Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 26. november 2020

Skoytibreytin letur upp leygardagin 5. desember

Eftir ætlan letur skoytibreytin á niðara vølli í Gundadali upp fyri almenninginum leygardagin 5. desember. Skoytibreytin verður í fullari stødd, tað vil siga umleið 30 x 25 metrar.

Lýst verður seinni um upplatingartíðir og um hvørji onnur tiltøk vera við vøllin. Mett verður ikki at nakrir trupulleikar eru at fáa vøllin lidnan til tíðina – men veðrið er sjálvandi avgerandi.