Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 13. januar 2021

Skoytibreytin verður opin til og við 24. januar

Ætlanin var at skoytibreytin skuldi lata aftur nú 17. januar, men m.a. orsakað av góðari undirtøku er avgjørt at hava opið til og við sunnudagin 24. januar.

Skoytibreytin lat upp 7. desember 2020 á niðara vølli í Gundadali og opið hevur verið hvønn gerandisdag millum kl. 14 og 22, leygardag millum 10 og 22 og sunnudag millum 14 og 22. Vøllurin hevur verið væl vitjaður.

Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu framvegis leiga breytina. Vendið tykkum til itrott@torshavn.fo ella á fartelefon 291470. Til ber hjá stovnum at skoyta mánadag til fríggjadag millum kl. 9 og 14.

Nærri kunning um skoytibreytina fæst við at skriva til itrott@torshavn.fo

Reglugerð fyri skoytibreytina

Á skoytubreytini skal tað vera stuttligt at vera, men nakrar reglur eru:

  1. Hav fyrilit fyri øðrum og ansa tær sjálvum – vandamikið spæl og óansin framferð á breytini eru ikki loyvd
  2. Skoytitíðin er í mesta lagi 60 minuttir
  3. Børn, sum eru 7 ár og yngri, skulu vera undir eftirliti av vaksnum
  4. Tað er ikki loyvt at skoyta ávirkaður av rúsevnum ella at roykja á breytini
  5. Eingin ábyrgd verðu rtikin fyri virðislutir o.ø.
  6. Mælt verður til at nýta súkkluhjálm
  7. Tað er ikki loyvt at hava djór á breytini
  8. Tað er ikki loyvt at kasta pappír o.a. á breytina
  9. Tað er ikki loyvt at gera skaða á breytina ella girðingina við skoytum ella øðrum hvøssum lutum
  10. Tað er ikki loyvt at sita á ella hoppa upp um girðingina kring breytina
  11. Viðmerkingar kunnu sendast á t-post: hollin@torshavn.fo ella ring 291470
  12. Boð frá starvsfólkinum skulu fylgjast uttan drál, annars kann tað viðføra burturvísing