Lurta
Tíðindi - 10. november 2023

Skrúva fyri vatninum kring Villingadalsvegin og Sundsvegin, í Hoyvík, á Hvítanesi og á Sandvíkarhjalla mánakvøld til týsmorgun

Skrúvað verður fyri vatninum kring Villingadalsvegin og Sundsvegin, í Hoyvík, á Hvítanesi og á Sandvíkarhjalla frá mánakvøldinum 13. november kl. 22 til týsmorgunin 14. november kl. 6.

Í sambandi við arbeiðið at gera nýggja innkomuvegin, skal vatnleiðingin úr reinsiverkinum í Villingadali leggjast um. Tí er neyðugt at skrúva fyri vatninum, meðan arbeiðið verður gjørt.

Fyri at órógva borgarar sum minst, verður umleggingin gjørd um náttina.

Ikki brúka vatnið, meðan arbeiðið fer fram

Av tí at talan er um stórt arbeiði, heita vit á borgarar í økjunum um at lata vera við at brúka vatn, ímeðan stongt er fyri vatninum. Hetta so leiðingarnar ikki tømast. Tí, tá ið umleggingin er gjørd, skulu leiðingarnar fyllast við vatni aftur og luft fáast úr leiðingunum.

Tá latið verður upp aftur fyri vatninum, kunnu borgarar í ávísum støðum vænta, at luft og skitið vatn er í leiðingini. Borgarar í økjunum skulu tí skola væl út í øllum kranum inni hjá sær sjálvum, tá vatnið kemur aftur.

Eisini fer vatnverkið at skola út í brandkranunum í økjunum.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar vit skrúva fyri vatninum: