Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 30. november 2020

Smáu skúlarnir í Tórshavnar kommunu halda fram sum sjálvstøðugir skúlar

Tann 28 november í 2018 samtykti mentamálanevndin at farast skuldi undir hoyringartilgongd at leggja smáu skúlarnar í Tórshavnar kommunu undir leiðslu í størri skúla. Teir smáu skúlarnir eru Velbastaðar skúli, Nólsoyar skúli og Kaldbaks skúli. Niðurstøðan er, at hesir skúlar verða ikki lagdir saman við størri skúla.

Ætlanin var, at smáu skúlarnir skuldu verða undirvísingarstøð undir leiðslu í størri skúla, men skúlin og undirvísingin skuldu framhaldandi vera í bygdunum, og bygnaðurin skuldi vera tann, at næmingar í fyrsta til og við sjeynda árgangi framvegis gingu í skúla í skúlanum í heimbygdini.

Eftir at mentamálanevndin hevði samtykt at farast skuldi undir hoyringartilgongd um at leggja smáu skúlarnar saman við størri skúla, vórðu allir viðkomandi partar kunnaðir, og tíðindaskriv varð sent út um ætlanina. Síðani vóru kunningarfundir í teimum smáu skúlunum, og arbeiðsbólkur umboðandi øll skúlastýrini í Tórshavnar kommunu varð settur at viðgera ætlanina.

 

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var tann, at hann mælti frá, at leggja smáu skúlarnar saman við størri skúla. Umboðini fyri smáu skúlarnar mettu m.a., at longu nú hava smáu skúlarnir fyrimun av samstarvi við størri skúla, tí var ikki neyðugt at gera hesa broyting, og haraftrat hevði verið lættari at niðurleggja skúlan, um hann varð eitt undirvísingarstað, tí tá er hann ikki ein sjálvstøðugur skúli. Um eitt kommunustýrið avger at niðurleggja ein skúla, kunnu íbúgvar í skúlaumdøminum krevja fólkaatkvøðu, men er talan um eitt undirvísingarstað, er hetta ikki galdandi.


Málið varð síðani lagt fyri Mentamálanevndina, Kaldbaksnevndina, Nólsoyarnevndina og Kirkjubøar/Velbastaðarnevndina. Staðbundnu nevndirnar halda fast við verandi skúlabygnað og ynskja sostatt ikki, at smáu skúlarnir verða lagdir saman við størri skúla. Á fundi í mentamálanevndini tann 10. juni í 2020 varð so endaliga samtykt, at smáu skúlarnir verða ikki lagdir saman við størri skúla.


Skúlastýrini í smáu skúlunum ynskja tó samstarv við Eysturskúlan. Eitt samstarv er í dag, men tað er ikki skipað sum ein føst avtala. Arbeitt verður tó við at fáa hetta í eina fasta legu og møguliga gera ein sáttmála millum einstøku smáu skúlarnar og Eysturkúlan um samstarv.