Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 16. september 2021

Snild app til foreldur at dagstovnabørnum

Sankta Josef1

Í Tórshavnar kommunu eru vit í ferð við at seta eina skipan í verk, sum skal gera samskiftið millum dagstovnar og foreldur trygt og ómakaleyst. Skipanin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi. 

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu. Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi.

Á síðu okkara um ForeldraGluggan kanst tú lesa um, hvat tú kanst brúka appina til, og hví vit hava valt at taka tænastuna í nýtslu. Er dagstovnurin hjá tínum barni partur av royndarkoyringini, kanst tú eisini lesa um, hvussu tú stovnar teg sum brúkara og tekur appina niður.

TEMA ForeldraGluggin