Lurta
Tíðindi - 20. mai 2022

So eru hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni funnir

Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum luttóku í ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni og hava sent myndir inn. Øll hava verið sera røsk at rudda, umleið 22 tons av ruski eru skrásett á Brennistøðini hesar dagarnar.

Hetta er samstundis tíverri ein staðfesting av, at nógv órudd liggur og sløðist í kommuni. Latið okkum minnast til ikki at blaka rusk í náttúruna.

Hepnu vinnararnir gjørdust børnini í 3.A í Sankta Frans Skúla og børnini í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini.

Tað var Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, sum handaði vinningarnar. Fyrst var hon boðin við til hugnaligan morgunsang í Sankta Frans Skúla og síðani varð farið niðan í Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini. Børnini vistu av ongum og gleðisrópini rungaðu í høllini, tá tey sóu kekkin.

Tórshavnar kommuna ynskir børnunum í Sankta Frans Skúla og í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini hjartaliga tillukku við vinninginum. Hetta er triðju ferð, at børnini í Badmintonhøllini hava fingið henda vinningin.