Lurta
Tíðindi - 26. apríl 2023

Søk um ólavsøkuloyvi og send tilfar til skránna 2023

Ólavsøka-2021_3_web_AH

Fyrireikingarnar til ólavsøkuna eru farnar í gongd. Vilt tú skipa fyri tiltaki á ólavsøku ella hava tiltak við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at søkja ólavsøkuloyvi áðrenn 5. juni 2023 og senda tilfar til ólavsøkuskránna áðrenn 30. juni 2023.

Sum í fjør verður ikki skipað fyri tivoli á Skálatrøð. Í staðin fáa ítróttafeløg, skótalið og aðrir felagsskapir pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Hetta ber á sama hátt í sær, at avmarkað verður við kommunalum plássi til aðrar básar. Tó er møguleikin at nýta privat øki sjálvandi til staðar.


Søk um ólavsøkuloyvi áðrenn 5. juni 2023

Ynskir tú at skipa fyri tiltaki á kommunalum øki á ólavsøku, kanst tú søkja um loyvi á Vanganum. Á síðu okkara um ólavsøkuloyvi sært tú, hvussu tú søkir, og hvørjar treytirnar eru.

Freistin at søkja um loyvi til tiltak á kommunalum øki á ólavsøku er mánadagin 5. juni 2022.

Søk um ólavsøkuloyvi


Lat tilfar inn til ólavsøkuskránna áðrenn 30. juni 2023

Ynskir tú at senda tilfar inn til ólavsøkuskránna, kanst tú gera tað á Vanganum longu nú.

Send tilfar til ólavsøkuskránna á Vanganum

Vit skulu gera vart við, at matskráir, upplatingartíðir hjá handlum og líknandi kunning ikki er partur av ólavsøkuskránni.

Hevur tú trupult við at nýta talgildar tænastur, kanst tú taka niður fráboðanarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo.

Freistin at senda inn tilfar til ólavsøkuskránna er fríggjadagin 30. juni 2023.

Send tilfar til ólavsøkuskránna