Lurta
Tíðindi - 23. juni 2022

Soleiðis kemur Havnará at síggja út í miðbýnum

Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava tilevnað uppskotið, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn. Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og lagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.

Til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna. Umsitingin gjørdi útbjóðingartilfar til verkætlanina sambært skipanaruppskoti og projekttilfari, og tríggir arbeiðstakarar vórðu bodnir at lata undirhondstilboð uppá verkætlanina.

J & K Petersen átti lægsta tilboðið, ið lá ájavnt við kostnaðarmetingina. Tað merkir, at samlaða verkætlanin verður gjørd fyri líka undir 12 miljónir. Verkætlanin varð samtykt í býráðnum í gjárkvøldið við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti. Arbeiðið fer í gongd beint eftir ólavsøku.