Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 18. desember 2020

Soleiðis skilir tú jólaburturkastið

Vit framleiða nógv ymiskt burturkast á jólum, til dømis gávupappír, gávubond, jólatrø, fýrverk og battarí. Sumt av hesum fáa vit endurnýtt. Annað má beinast burtur fyri seg. 

Her fært tú nøkur góð ráð til, hvussu tú skilir jólaburturkastið heima við hús og á Endurnýtsluni.

Gávupappír

Gávupappír skal skiljast frá og beinast í grøna ílatið til pappír og papp. Minst til at taka klistribandið av áðrenn.

Gávuband

Gávuband skal beinast í gráa posan saman við vanligum restburturkasti. Gávuband skal ikki til endurvinningar saman við gávupappírinum.


Klárt, bleytt plast

Saman við jólagávunum fylgir ofta sera nógv klárt, bleytt plast við. Sum nakað nýtt, kanst tú savna alt klárt og bleytt plast saman og beina tað í ein kláran posa. Hetta kanst tú koyra í grøna ílatið til pappír og papp.


Jólakalendarar

Jólakalendarar eru ofta gjørdir úr pappi og skulu tí skiljast sum pappír og papp. Hevur tú ein sjokulátukalendara, skalt tú minnast til at taka plastið úr og beina tað burtur saman við vanliga restburturkastinum.

Jólatrø

Jólatrø kanst tú lat inn á Endurnýtsluni sum greinar. Minst til at taka jólaprýði og ljósketur av.

Battarí

Nógv jólaprýði er battarírikið. Minst tí til at taka battaríini úr syngjandi jólakortum, blinkandi klæðum og øðrum, sum hevur battarí. Tey brúktu battaríini kanst tú leggja í ein kláran plastposa, sum tú kanst leggja við ruskspannina. So tekur ruskinnsavningin posan við vanliga húsarhaldsburturkastinum – ella tú letur battaríini inn á Endurnýtsluni.

Fýrverk

Brúkt fýrverk skalt tú beina burtur sum restburturkast. Minst til ikki at skjóta gamalt fýrverk, tí hetta kann vera sera vandamikið.