Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 26. november 2020

Soleiðis tendra vit jólatrøini í ár

Komandi dagarnar verður skipað fyri seks jólahaldum í kommununi. Niðanfyri sært tú, nær trøini verða tendrað, hvør fer at spæla og hvør heldur røðu.

Vegna koronu verður einki tiltak á Vaglinum í Havn ár í sambandi við, at jólatræið verður tendrað. Leygardagin 28. november verða tó bæði jólamenn - sum alla náttina hava stríðst við at tendra træið - og tónleikur at hoyra í miðbýnum, sum aftur í ár er pyntaður við vøkrum granni og jólaperum. Sum nakað nýtt verður eisini jólamarknaður við jólasmáttum og nógvum virksemi í økinum uttanfyri ráðhúsið.


Kirkjubøur

Jólatræið verður tendrað við kirkjuna sunnudagin 29. november kl. 16. Havnar Hornorkestur spælir. Heri Joensen, prestur, heldur røðu.


Hoyvík

Jólatræið verður tendrað sunnudagin 29. november kl. 18. GHM spælir, og Bergtórur Bjarkhamar, prestur, heldur røðu.

Kollafjørður

Jólatræið verður tendrað við skúlan týsdagin 1. desember kl. 17. GHM spælir, og Derhard Jógvansson, prestur, heldur røðuna.


Kaldbak

Jólatræið verður tendrað við skúlan leygardagin 5. desember kl. 15:30. GHM spælir, og Sverri Steinhólm, prestur, heldur røðu.


Hvítanes

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 5. desember kl. 18. Havnar Hornorkestur spælir. Theodor E. D. Olsen, prestur, heldur røðu.


Nólsoy

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 6. desember kl. 17. Ternan fer av Havnini kl. 16:20 og úr Nólsoy kl. 19:25. Havnar Hornorkestur spælir, og Anne Mette Greve Clemensen, prestur, heldur røðu.

 

Jólini í miðbýnum

Vilt tú vita, hvat gongur fyri seg av jólavirksemi í miðbýnum, kanst tú fylgja við á síðuni »Jól í miðbýnum« hjá VisitTórshavn:

Jól í miðbýnum á Facebook (VisitTórshavn)