Tíðindi - 22. august 2024
Stilla upp til eldraráðsvalið – vit hava brúk fyri tær
Í heyst skulu vit velja nýtt eldraráð í Tórshavnar kommunu. Høvuðsuppgávan hjá Eldraráðnum er at geva politikarunum góð ráð og syrgja fyri, at atlit altíð verða tikin fyri okkum eldru, tá ið avgerðir verða tiknar. Ert tú 60 ár ella eldri valdagin 11. oktober, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, ert tú vælkomin at stilla upp.
Hevur tú hug at stilla upp og harvið gera tína hjálp og ávirkan galdandi, skalt tú fylla út valevnisfráboðanina, sum er viðfest niðanfyri. Skjalið fæst eisini í Snarskivuni í Havn.
Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá fimm stillarum, sum somuleiðis mugu lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið.
Lat fráboðanina inn í seinasta lagi 12. september 2024 klokkan 16. Tú kanst annaðhvørt senda fráboðanina til torshavn@torshavn ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.
Stilla upp – vit hava brúk fyri tær!
- Eldraráðið ráðgevur býráðnum í eldrapolitiskum spurningum
- Eldraráðið er sett fyri eitt valskeið, ið er fýra ár
- Eldraráðið hevur fimm limir og tríggjar varalimir
- Tú mást vera 60 ár ella eldri fyri at stilla upp og atkvøða til eldraráðsvalið
- Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu