Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 26. oktober 2021

Stuðul til RESCUE LÍV fyri á komandi Býráðsfundi

Á skránni fyri býráðsfundin komandi hóskvøld, er m.a. eitt mál um stuðul til RESCUE LÍV.

Seinastu tvey árini hevur Tórshavnar Kommuna stuðlað RESCUE LÍV. Hetta er bjargingarbáturin hjá sjálvbodna felagsskapinum Havnar Bjargingarfelag. Báturin hevur verið ein týdningarmikil liður í tilbúgvingini í Tórshavnar Kommunu, og hevur havt uppgávur bæði innan bjarging, sjúkraflutning, eldsløkking, v.m.

Verður málið samtykt á komandi býráðsfundi, fer kommunan eisini tvey tey næstu árini at stuðla Havnar Bjargingarfelag.

Stuðulin verður sambært uppskotinum 500.000 kr. um árið komandi tvey árini. Hetta skal brúkast til fyrstu partarnar av teimum uppstigingunum sum RESCUE LÍV hevur fyri neyðini. Talan er um at skifta fendaran, at dagføra brúnna m.a. við nýggjum navigasjóns-tólum, og at dagføra EL-innleggingar. Í næstum verða eisini gomlu motorarnir skiftir.

Í september samtykti tilbúgvingarnevndin at kommunan framhaldandi skal stuðla Havnar Bjargingarfelag, og í oktober tók Fíggjarnevndin undir við samtyktini.

Málið kemur fyri á Býráðsfundinum komandi hóskvøld, 28.okt kl.17.