Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 11. mai 2021

Stuðul úr grunnum

Tekstil 3

Nú ber til at søkja um stuðul úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði og frá sangletatinum til minnis um Sonnu Dahl Waagstein. Umsóknarfreistin er 10. juni 2021. 

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði

Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna »Minnisgrunn Sonnu av Skarði«. Endamálið við grunninum er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, ráðgeva, á telefon 30 20 10.

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, postrúm 32, FO-110 Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi hósdagin 10. juni 2021. Merkið umsóknina »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði«.

Tú kanst lesa meira um grunnin og umsóknina á síðu okkara um mentanarstuðul:

Mentanarstuðul


Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein

Sanglegatið letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi. Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, ráðgeva, á telefon 30 20 10.

Umsóknir skulu sendast Tórshavnar kommunu, postrúm 32, FO-110 Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi hósdagin 10. juni 2021. Merkið umsóknina »Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein«.

Tú kanst lesa meira um grunnin og umsóknina á síðu okkara um mentanarstuðul:

Mentanarstuðul