Lurta
Tíðindi - 06. juni 2022

Stuttleikir endiliga aftur á skránni

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum setti Stuttleikir tíðliga seinnapartin. Hann byrjaði við at ynskja øllum børnunum hjartaliga vælkomnum, nú Stuttleikir endiliga eru aftur á skránni, eftir at koronufarsóttin síðstu tvey árini hevur verið upp á spæl, so eingir leikir hava verið.

- Men nú eru Stuttleikirnir aftur her, og tað er sanniliga eisini ein stuttleiki at síggja so mong, sum eru møtt upp fyri at royna ymsu greinirnar og annars at stuðla og koyra á. Tað var, eftir at Tórsbreyt var tikin í brúk í 2008, at Hvirlan fekk hugskotið um Stuttleikirnar, sum tískil hava 14 ár á baki í ár.

- Hvørja ferð eru børnini møtt væl upp fyri at royna seg, og sum vant eru 60 metra renning, bóltkast og longdarlop á skránni. Sjálvandi slepst illa undan, at tað skjótt snýr seg mest um at kappast, tá ið ítróttur er á skránni, og tað er eisini í lagi.

- Men eg haldi tað eisini vera nokk so hugvekjandi, sum Hvirlan hevur víst á, at Stuttleikir ikki bara snúgva seg um kapping. Nei, tvørturímóti vísir tað seg, at íðkarar, sum hugsavna seg um egna menning, heldur enn bara at kappast við onnur, í longdini fáa mest burturúr.

- Sum tit í Hvirluni hava víst á, so eru tað ofta hesi, sum enda við at verða tey, ið mennast best og skapa sær betri úrslit. Heilt uttan kapping er tað heila heldur ikki, tí sum vanligt, so fáa øll sítt egna skreytblað, og tey, sum gjøgnumføra, fáa heiðursmerki.

- Skulu okkara børn og ungu mennast og taka seg fram, er umráðandi at hava góðar venjarar, leiðarar, hjálparar og stuðlar rundan um seg. Tað hava tit í Hvirluni dugað øgiliga væl í hesi 14 árini, felagið hevur verið til, og skulu tit hava bæði rós og tøkk fyri tað.

- Tit skapa bestu karmar og umstøður fyri øll tey, ið vilja brúka Stuttleikir sum eina lopfjøl til at gera meira við ítróttin, samstundis sum øll kenna seg vælkomin, hava tað stuttligt og finna nýggjar vinir.

- At vit á so mongum økjum hava eitt gott og virkið barna- og ungdómsarbeiði, fegnast vit í Tórshavnar kommunu um, tí feløg sum Hvirlan leggja so nógv gott niður í børnini og ungdómin. Hvør veit, um ikki onkur av tykkum, sum royna tykkum í dag, um nøkur ár eru at finna millum tey fremstu og tey, ið hvønn dag vilja leggja tíð og orku í at íðka sín ítrótt.

- Og so vil eg fegin eisini minna á, at tað ikki er av ongum, at vit tosa um “eina sunna sál í einum sunnum likami”, tí ítróttur í allar mátar er góður fyri okkum og megnar eisini at gleða so mong.

- Heldur ikki tit foreldur og systkin skulu gloymast, tí hjá teimum, ið íðka, hevur tað altíð nógv at siga, at onkur er til reiðar at stuðla og stimbra, tí fáur megnar tað stóra púra einsamallur. Felagsskapurin er tykkara styrki, tí tit eru saman um at venja og íðka, og eisini eru vit øll saman um at koyra á tykkum, so tit kunnu fáa ta eyka, ið skal til, tá ið úrslitini skulu røkkast.

- Saman megna vit nógv, og tað hava tit í Hvirluni víst so mangan, at tað ikki eru tóm orð, tá ið sagt verður, at “samanhald gevur styrki”. Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum øllum somlum einar góðar Stuttleikir og kunngera, at Stuttleikirnir 2022 eru settir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, og heilsaði øllum børnunum, ið vóru møtt til Stuttleikir.