Lurta
Tíðindi - 22. desember 2021

"Súkkling uttan aldur" er ársins átak 2021

Á hvørjum ári velur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu ársins átak. Ársins Átak er átak, sum á einhvønn hátt kann metast sum serligt, tá talan er um góðsku og sum brýtur frá vanliga gerandisdegnum. Átakið skal gagna borgarum, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Ein dómsnevnd velur millum innkomnu uppskotini. Í ár hevur dómsnevndin valt at heiðra átakið Súkkling uttan aldur, sum er eitt nýtt átak í Heilsu- og umsorganartænastuni, har sjálvboðin fara súkklutúr við fólkum á eldrabústovni.

Við serútgjørdu súkkluni, sum kommunan hevur fingið til vega, ber til bæði at klára brekkurnar og føroyska veðurlagið.

Súkkluvinirnir eru sjálvboðin, sum vera lærd at nýta súkkluna, so at upplivingin verður góð samstundis sum trygdin er í hásæti. Búfólk á eldrabústovnum kunnu so bíleggja sær ein súkklutúr.

Royndirnar higartil hava verið sera góðar. Mangar eru góðu løturnar, bæði tá um veðrið ræður, og tær upplivingar og góðu prát, búfólkini og súkklarin hava havt sínámillum og við tey, sum tey hitta á túrinum.

Dómsnevndin sigur í grundgeving sínari, at átakið er dømi um samskapan í verki. Í hesum føri er uppskot frá sjálvbodnum loftað av Heilsu- og umsorganartænastuni. Saman hava tey ment átakið og sett tað í verk. Úrslitið hevur í allar mátar verið gevandi bæði fyri búfólkini og súkkluvinirnar.

Serstøk dygd við hesum átaki er, at virkismøguleiki teirra eldru og sjálvbodna vinatænastan gongur upp í hægri eind. Eisini er týdningarmikið, at búfólk á eldrastovni við súkkluni eru sjónlig í býarmyndini.

Í dag handaði Eyðfríð L. Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóri, Henrik Kølleskov, stigtakara, og Marjun Poulsen fakligum dygdarmennara í Heilsu- og umsorganartænastuni, skreytblað og gávu. Henrik og Marjun hava saman, sett í verk og fingið hetta megnar átak at virka.

Nú gongur aftur móti ljósari tíðum, og tá vit koma longur út á várið, fer rættilig gongd at koma á súkklingina, tá enn fleiri súkkluvinir fara at royna seg.