Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 21. oktober 2021

Tá skonkt varð í Meinigheitshúsinum, núverandi býráðssali

Meinigheitshúsið varð vígt fyri júst 125 árum síðan, tann 18. oktober 1896. Húsið hevur verið býráðssalur í mong ár. Húsið varð bygt uttanfyri táverandi bøgarðarnar og kostaði 4.124 krónur at byggja.

Núverandi býráðssalur heldur til í gamla Meinigheitshúsinum við Vaglið. Grundarsteinurin til hetta hús varð lagdur longu 5. Juli í 1896 og húsið varð vígt 18. oktober sama ár. Síðan varð húsið brúkt sum missiónshús. 

Seinni keypti kommunan gamla Meinigheitshúsið. Seinasta møtið varð tó ikki hildið har fyrrenn í 1983. Tá varð eisini fyrsti býráðsundurin hildin.

Tá bretskir hermenn komu higar undir seinna heimsbardaga vórðu teir væl móttiknir. Royal Marines komu á Skálafjørðin og til Havnar, og frúunum í Havn tókti synd í hesum ungu dreingjum, sum vóru ryktir úr sínum heimliga umhvørvi og sendir í kríggj. 

Havnarkonur hildu, at ungu hermennirnir ikki máttu reka fyri vág og vind, og frúurnar skipaðu so fyri, at hermennirnir fingu Meinigheitshúsið at vera í, tá teir ikki vóru bundnir av tænastuni.

Men ætlanin um, at ungu mennirnir skuldu finna hvíld í Meinigheitshúsinum við einum te- ella kaffimunni og einum køkubita eftir arbeiðstíð, meðan teir fingu eitt gott orð við á vegnum, hepnaðist ikki væl. 

Hesir ungu mennirnir vóru uppvaksnir við pubb og vildu hava øl. Kaffi og te løgdu teir onki í.  Tí var skjótt, at stórar øltunnur vórðu rullaðar inn í Meinigheitshúsið og herfólk sett at skonkja.

Hinumegin vegin lá almenna pisshúsið – ”Fredensborg” - strategiskt plasserað. Her var ein øgilig gongd ímillum til miklan trega fyri vælmeinandi frúurnar.

Roynt varð at fáa bretska ølskonkjandi hervaldið útaftur úr Meinigheitshúsinum, men tað gingu eini tvey ár, áðrenn stóru kantinurnar norðanfyri Realskúlan vóru lidnar at flyta inn í.