Lurta
Tíðindi - 16. mai 2023

Tilflytarar lokið prógv í føroyskum sum annaðmál

Í dag hava 29 tilflytarar í trimum flokkum lokið prógv á Tórshavnar Kvøldskúli í føroyskum sum annaðmál. Tað varð hátíðarhildið á hugnaligari samkomu fyrrapartin.

Helena Dam á Neystabø, fulltrúi í barna- og undirvísingarmálaráðnum, helt røðu, og Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, handaði prógvini.

Í røðu sínari legði Helena Dam á Neystabø dent á týdningin av máli og mentan, men eisini búgving og útbúgving, sum er varandi alt lívið.

Føroyskt sum annaðmál er í trimum stigum, og onkur næmingur hevur megnað tað avrik at standa próvtøkurnar á øllum trimum stigum eftir bara hálvum ári.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár skipað fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og í løtuni er talan um átta flokkar tilsamans. Tríggir eru í Havn, tveir í Sørvági og so eru tríggir móttøkuflokkar. Ein móttøkuflokkur er fyri børn, ein fyri børn úr Ukraina og ein fyri vaksin úr Ukraina.

Undirvísarar hava verið Vár Hansen, Jóna Kristin Thomsen og Petra Olsen. Haraftrat hava Bergljót av Skarði, Bernhardina Klein og Petra Gregersen verið avloysarar og hava undirvíst í nakrar tímar, og Heidi Winther Egholm hevur undirvíst ukrainsku móttøkuflokkunum.