Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 22. oktober 2021

Tórsgøta stongd sunnudagin 24. oktober í sambandi við matmarknað

Parkeringsøki stongt í Tórsgøtu 27. juli 2021_web_RD

Serføroyski matmarknaðurin, ið skuldi vera í Tórsgøtu leygardagin 23. oktober, er fluttur til sunnudagin 24. oktober. Í hesum sambandi verður Tórsgøta stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn frá klokkan 8-19 sunnudagin. 

Parkeringsøkið við Reinsaríið verður stongt fyri allari parkering frá fríggjarmorgunin 22. oktober klokkan 8.

 

Staðbundin matmarknaður við hágóðskuvørum

Matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka á marknaðinum, og møguleiki verður at keypa hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum: seyðakjøt- og avroð, neytakjøt, turkaðan tara, nýupptikið grønmeti og annað gott.

Nærri kunning um serføroyska matmarknaðin »Staðbundin matmarknaður«, sum Matkovin skipar fyri, finnur tú her:

Staðbundin matmarknaður (Facebook)