Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 21. oktober 2021

Tórshavnar kommuna við á Orku- og umhvørvisstevnuni 22. og 23. oktober

Orku- og umhvørvisstevnan 2021

Fríggjadagin 22. oktober og leygardagin 23. oktober 2021 er orku- og umhvørvisstevna í Høllini á Hálsi í Havn. Tá kanst tú fáa nærri innlit í, hvat og hvussu kommunan ger fyri at minka um orkunýtsluna, og hvørjar grønar orkuloysnir vit brúka í kommununi.

Umboð frá Tórshavnar kommunu fara millum annað at greiða frá royndunum í kommununi við sólkyknum, hitapumpum og fjarhita.

Harafturat fer eitt umboð frá Kommunalu Brennistøðini at hugleiða um leiklutin hjá Brennistøðini hvat orkuframleiðslu og orkunýtslu viðvíkur. Tú kanst millum annað fáa innlit í, hvussu nógva orku Brennistøðin framleiðir til fjarhitanetið, síggja hagtøl yvir hvussu nógv verður burturbeint og kunna teg nærri um, hvussu vit kunnu minka um okkara burturkast heima við hús. 

Stevnan byrjar klokkan 10 og endar klokkan 18 báðar dagar og er ókeypis hjá almenninginum at vitja.