Lurta
Tíðindi - 05. desember 2022

Uppihaldsøkið á Glaðsheyggi dagført og uppraðfest

Fitnessútgerðin á Glaðsheyggi er nú dagførd, umframt at økið er uppraðfest við spæliútgerð.

Nógv fólk brúka býin og uppihaldsøkini í býnum. Seinnu árini eru familjurnar í størri mun eisini farnar at brúka uppihaldsøkini í býnum til at stytta sær um løturnar, í staðin fyri einans at halda seg til sítt nærumhvørvið.

Fyri fáum árum síðani varð fríøkið á Glaðsheyggi útgjørt við fitness-reiðskapi, soleiðis at fólk kundu steðga á á gongutúrinum og røra seg á annan heilsugóðan hátt.

Útgerðin trongdi nú til at verða dagførd, umframt at ynski var um at uppraðfesta økið við spælireiðskapi, soleiðis at børn og familjur í størri mun kunnu njóta gleði av økinum, og soleiðis at miðbýurin hevur enn eitt tilboð til barnafamiljurnar í kommununi.

Nú er so økið liðugt. Tað er danska fyritøkan Uniqa saman við feløgunum NDO Supply og Havin hava staðið fyri arbeiðnum.