Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 02. juli 2021

Upprudding á vinnu- og havnaøkjunum í Kollafirði

Upprudding á Langasandi og Oyrareingjum summar 2021

Vinnu- og havnaøkini á Oyrareingjum og á Langasandi í Kollafirði verða nú ruddað. Í hesum sambandi heitir Tórshavnar Havn á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast og í seinasta lagi 1. august 2021. 

Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Tórshavnar Havn um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað veri seg akfør, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd.

Er tilfarið ikki burturflutt 1. august 2021, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd. 

Er nakað ivamál í hesum sambandi, kanst tú ringja til Tórshavnar Havn á tel. 31 17 62 ella skriva eitt teldubræv til port@torshavn.fo.