Lurta
Tíðindi - 05. juli 2022

Úr Sveits undir Svartafoss at giftast

Eric og Karina vóru so hugtikin av Føroyum, at tey vildu giftast í Føroyum og spurdu borgarstjóran, um hann kundi gifta tey undir Svartafossi.

Tað verða nógv útlendsk pør gift í Føroyum. Tey flestu verða gift á Ráðhúsinum í Havn og samantvinna brúdleyp við eitt náttúruupplivilsi í Føroyum. Men onnur hava serlig ynski, líka frá at verða gift á serligum støðum ella undir serligum umstøðum.

Eric og Karina búgva í Sveits. Tey vóru bæði púrasta hugtikin av Føroyum og fingu Greengate Incoming at skipa fyri eini brúdleypsferð til Føroya. Eric og Karina ynsktu at verða gift undir Svartafossi.

Hetta var, sum sæst á myndunum, sjálvandi ongin trupulleiki. Myndirnar tók Oleg Tru.