Til lesiveik
Tíðindi - 20. november 2020
Útboð: Øki til sethús og íbúðir á Miðhorn
Tørvurin á bústaði í Tórshavnar kommunu er stórur. Tí bjóðar Tórshavnar kommuna nú út eitt grundøki á Miðhorn til at gera leiguíbúðir. Somuleiðis bjóðar kommunan út eitt grundøki til eina útstykking til sethús ella raðhús.
Talan er um 7000 m2 á matr. nr. 1160a til at stykkja út til sethús ella raðhús og aðrar 5700 m2 til at byggja og umsita leiguíbúðir.
Økið eitur Miðhorn, og tað liggur millum býlingin á Norðasta Horni, við sethúsum, og býlingin Millum Horna, við íbúðum og sethúsum.
Útbjóðingarskriv - Miðhorn - Sethús / Raðhús
Útbjóðingarskriv - Miðhorn - Íbúðir
Útstykkingin á Miðhorn verður soleiðis bindilið millum báðar býlingarnar.
Tilboð um at keypa lendið skulu latast kommununi í seinasta lagi 4. desember 2020.