Lurta
Tíðindi - 15. februar 2021

Vangin veksur og Samleikin tekur yvir

Í fjør komu fyrstu umsóknirnar hjá Tórshavnar kommunu út á Vangan, og tænasturnar leggjast nú afturat í hvørjum. Fyrstu tveir mánaðirnar í ár eru higartil fimm umsóknir komnar afturat, soleiðis at vit í dag hava 15 umsóknir á Vanganum.

15. mars 2021 skiftir bókingarskipanin BARN eisini innritingarskipan, tí tá taka vit MínLykil úr nýtslu. Hetta ber í sær, at tú skalt brúka Samleikan og ikki MínLykil, tá ið tú til dømis bókar børnum tínum pláss á dagstovnum ella skrivar tey inn í frítíðarskúla.

Tað er tí umráðandi, at foreldur, og borgarar annars, fáa sær Samleikan í so góðari tíð sum gjørligt áðrenn 15. mars 2021. Tú kanst skráseta Samleikan her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Avgreið tíni ørindi har tú vilt, og tá tú vilt

Bæði borgarar, kommuna og Føroyar yvirhøvur standa miðskeiðis í einum skifti til talgildar tænastur og sjálvgreiðslur. Talgildingin er í ferð við at gera tað tryggari, skjótari og lættari hjá tær sum borgara at samskifta við myndugleikar og virkir. Hon skal samstundis tryggja tær møguleikan fyri sjálv at avgreiða tíni ørindi, har tú vilt, og tá tú vilt.

Á Vanganum kanst tú í dag søkja Tórshavnar kommunu um hesar tænastur:

  • Ansing av eldri og óhjálpnum heima
  • Búpláss
  • Byggiloyvi
  • Dag- og kvøldtilboð
  • Ergo- og fysioterapi
  • Flyt skúla
  • Mattænastu
  • Mentanarstuðul
  • Parkeringsloyvi
  • Reingerðartænasta
  • Serflutningur
  • Stutttíðarpláss til fólkapensjónistar
  • TK-tal
  • Trøð ella urtagarðsstykki
  • Váttan fyri vantandi barnaansing

Sum frá líður enda allar tænasturnar hjá Tórshavnar kommunu á Vanganum. Umsóknirnar verða tøkar á Vanganum, so hvørt sum tær eru klárar.


MínLykil fer úr gildi

MínLykil fer longu úr nýtslu 15. mars 2021. Frá tá av er neyðugt at nýta Samleikan, og tað vil siga, at tú skalt hava bílagt tær Samleikan frammanundan fyri at fáa atgongd til bókingarskipanina BARN og kommunalu tænasturnar á Vanganum.

Tað er ómaksleyst at bíleggja sær Samleikan og brúka Vangan. Fyri teg sum borgara er tað samstundis ein fyrimunur, at alt títt samskifti við føroysku myndugleikarnar er savnað og skipað á einum stað. Søkir tú umvegis Vangan, hevur tú eisini møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Øll, sum eru yvir 15 ár og hava p-tal, kunnu fáa Samleikan og brúka Vangan.

Hvussu bíleggi eg Samleikan og brúki Vangan?

Tú bíleggur Samleikan á heimasíðuni hjá Samleikanum. Har finnur tú eisini eina vegleiðing til, hvussu tú ber teg at við at skráseta Samleikan. Ivast tú, kanst tú altíð ringja til kundarøktina á tel. 1881. Kundarøktin er opin gerandisdagar frá kl. 8 – 16.30.

Fyri at brúka Vangan, mást tú fyrst hava Samleikan. Á heimasíðuni hjá Vanganum finnur tú vegleiðingar til, hvussu tú brúkar Vangan. Niðanfyri sært tú tveir stuttar filmar um, hvussu tú skrásetir Samleikan og brúkar Vangan.

Gev gætur, at tess longri tú bíðar við at fáa tær Samleikan, tess størri verður vandin fyri, at tú endar í bíðirøð og tískil ikki sleppur framat umsóknarmøguleikunum á Vanganum og bókingarskipanini BARN. Tí Talgildu Føroyar fáa bara skrásett eitt avmarkað tal av Samleikum í senn.

Heimasíðan hjá Samleikanum (Samleikin.fo)

Heimasíðan hjá Vanganum (Vangin.fo)