Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 12. juni 2021

Vatnið dálkað í Kollafirði, Oyrareingjum og Signabø

Kollafjørður vatndálking

Vegna tekniskt brek á vatnverkinum, er vatnið dálkað í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø.

Mælt verðu tí til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður. Hetta til nærri boð verða givin.

Roknað verður við, at vatnið er reint aftur mikudagin í komandi viku.