Lurta
Tíðindi - 09. juni 2022

Vegir og tunlar stongdir sunnudagin 12. juni í sambandi við maratonrenning

Tórshavn Marathon 6. juni 2021_web

Sunnudagin 12. juni er Tórshavn Marathon, og í tí sambandi eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19. Í yvirlitinum og á kortunum niðanfyri sært tú, hvørjar klokkutíðir ymisku vegirnir eru stongdir.

Gev gætur, at eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin eru stongdir frá kl. 13-18 sunnudagin. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum.


Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir:

  • Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
  • Mylnugøta
  • Tinghúsvegur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
  • Bringnsagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
  • Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Áarvegur
  • Kopargøta
  • Havnargøta
  • Yviri við Strond
  • Hoyviksvegur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
  • Eystari Ringvegur til Hvítanesvegin
  • Hvítanesvegurin til rundkoyringina við Vegin Langa


Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:

  • Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
  • R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka einvegis ferðsla
  • Jónas Broncks gøta
  • Bøkjarabrekka frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu


Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Landsvegurin frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin


Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Landsvegurin frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn


Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:

  • Eysturoyartunnilin stongdur
  • Landsvegurin frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði stongdur


Kl. 14.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:

  • Kaldbaksvegurin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks

ferðsluavmarkingar í miðbýnum

ferðsluavmarkingar í Hoyvík

ferðsluavmarkingar í Kaldbak og Kollafirði