Tíðindi - 18. mai 2023
Vegir stongdir í sambandi við Kvinnurenningina leygardagin 20. mai
Kvinnurenning verður leygardagin 20. mai 2023 í Havn, og í hesum sambandi verða fleiri vegir stongdir. Vegirnir verða stongdir frá kl. 14.30. Teir seinastu vegirnir niðri í Vágsbotni verða latnir upp aftur fyri ferðslu kl. 17.30.
Vegir, sum verða stongdir og ávirkaðir av kvinnurenningini eru hesir:
- Niðasti partur av Sundsvegnum frá Undir Svartafossi til rundkoyringina við Tórsbreyt
- Norðari Ringvegur
- Eystari Ringvegur
- Yviri við Strond
- Havnagøta
- Kopargøta
- Áarvegur
- Vaglið
- Mylnugøta
- Tórsgøta frá Sverrisgøtu
- Bryggjubakki til Bringsnagøtu
- Mylnugøta
- Vágsbotnur
- Undir Bryggjubakka