Lurta
Tíðindi - 20. mai 2022

Vegir stongdir og leið 2 umløgd í sambandi við Kvinnurenningina 21. mai

Kvinnurenning mai 2022 ferðslu

Kvinnurenning verður leygardagin 21. mai frá kl. 15 til 16.30. Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Havn millum kl. 14.30-17.30. 

Talan er um hesar vegir:

  • Norðari Ringvegur og Eystari Ringvegur eru stongdir frá Norðurlandahúsinum til Hvítanesvegin frá kl. 14.30 til 15.30
  • Vegurin Yviri við Strond er stongdur líka inn á Vaglið frá kl. 15-16.30
  • Havnargøta, Kopargøta og Áarvegur eru stongd frá kl. 15-16.30
  • Vaglið og Niels Finsens gøta, niðan til Sverrisgøtu, eru stongd frá kl. 14.30-17.30

Meðan kvinnurenningin fer fram, koyrir leið 2 ikki Yviri við Strond, men eftir Stoffalág og Gripsvegnum oman í Steinatún.