Lurta
Tíðindi - 14. august 2023

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Ferðslan skúlabyrjan august 2022 Pressumynd2

Tann 16. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Fyri umleið 780 børn verður hetta fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit minna tí bilførarar á at vísa serligt ansni.

Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, mugu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp við áheitan um at vísa ansni, og aftur hesaferð eru nógvar kommunur við í átakinum.


Tilfar til foreldur

Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir tí til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey.

Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Vit mæla tí foreldrum til at fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.

Ráðið fyri Ferðslutrygd (rff.fo)