Lurta
Tíðindi - 29. apríl 2022

Viggo Christiansen leggur frá sær

Í dag var hugnaløta í Posthúskjallaranum, nú Viggo Christiansen leggur frá sær eftir 34 ár hjá Tórshavnar kommunu. Býarverkfrøðingurin Fríður Dalsgarð, tekniski stjórin Bogi Jacobsen, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, hildu allir røðu fyri Viggo.

Borgarstjórin visti ikki heilt, hvat hann skuldi siga, nú Viggo hevði sagt, at tað var heilt sikkurt, at hann gavst at arbeiða hjá kommununi.

Heðin Mortensen vísti á, at Viggo langtsíðan er pensjóneraður, og at starvsfelagar hava hildið bæði føðingardagar og starvsdagar uppá strípu fyri honum, og enntá sett nýggjan leiðara – men Viggo hevur framvegis verið til arbeiðis.

- Satt at siga roknaði eg við, at hann fór at enda sum ráðgevi til hann varð minst 80. Tí veruleikin er jú, at tað nærmast er fullkomiliga ómøguligt at erstatta eitt menniskja sum Viggo. Tað skal ein long tillaging og tilvenjing til hjá nýggjum fólki, áðrenn mann spakuliga kann byrja at sleppa Viggo uppá fjall.

- Soleiðis er, tá mann dugir alt og veit alt, segði borgarstjórin.

---

- Viggo er “havnamævir”. Í øllum førum bæði føddur og uppvaksin í Havn, hóast onkrar av góðu genunum koma aðrastaðnis. Viggo gekk í bæði barnaskúla og realskúla í Havn.

- Sjálvandi havi eg altíð kent Viggo, men vit gjørdust eisini arbeiðsfelagar longu í 1969, tá Viggo fór í læru til maskinsmið hjá Wenzel Petersen, har eg arbeiddi.

- Hetta var ein sera góð tíð, og eg fegnist um at hava verið partur av hesum spennandi umhvørvinum, har stórur dentur varð lagdur á, at handverkið var í lagi.

- Viggo hevði einastandandi góð evni og liðugur sum maskinsmiður fór hann á maskinmeistaraskúlan í Havn, síðan á tann víðkaða í Odense, til hann í 1978 fór út í stóru verð at sigla við Ø.K. Onkuntíð sá mann hann umborð á skipum hjá Strandferðsluni og hjá Havstovuni, men frá 1978 til 1988 sigldi hann við Skipafelagnum.

- Men í 1988 kom hann til Tórshavnar kommunu at arbeiða. Og her hevur hann verið síðan.

---

- Viggo er føddur við einum nátúrligum forvitni. Hann spyr, hann granskar og hann minnist. Fyri fleiri í kommununi hevur hann verið sum eitt umvandrandi leksikon, tí tað er ikki tað ting, mann ikki kann spyrja hann um.

- Tí er tað heldur ikki av tilvild, at hann í mong Harrans ár hevur sitið í gøtunavnanevndini. Og sum tann siðiligi hampamaður hann er, so hevur hann eisini sitið í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju. Og hetta nátúrliga forvitnið hevur so eisini leitt hann inn í ættargransking.

- Viggo hevur verið ein fantastiskur stuðul hjá Sluppstuðlum. Sum maskinmeistara hevur mangan verið tørvur á honum. Hendurnar eru so væl skrúvaðar uppá, at øll familjan hevur notið væl av honum, tí hann hjálpir teimum øllum við tí handaliga.

- Honum dámar væl sjólívið og hevur sum sagt verið ein hollur stuðul hjá Westward Ho. Systkinabarnið Johan Poulsen eigur stóran seglbát, sum Viggo fleiri ferðir hevur verið uttanlands við.

- Vit koma eisini at minnast Viggo frá Gongufelagnum í Havn. Serliga minnast vit hvussu hann og Kjartan Kristiansen leikaðu í og runnu uppi á hvørjum einasta fjallatoppi – hetta førdi m.a. til at Viggo mátti skifta bæði knøini, men nu er hann aftur sum fjúrtan.

---

- Viggo er giftur við Lotte, tey eiga døturnar Annu, Beintu og Mariu, sum tilsamans hava givið teimum 6 ommu- og abbabørn. Her er Viggo óførur sum abbi, tað stendur ikki á at fáa hann at heinta og passa, tá tørvur er.

- Hetta her við søguliga forvitninum sæst eisini, tá Lotte og Viggo fara í feriu. Tey fara ikki til vanligu frítíðarstøðini. Nei, Viggo skal uppliva okkurt og kanna okkurt – og tí endar tað við tílíkum sum krús á Nilánni ella serligar upplivingartúrar hjá Dansk Folkeferie.

- Viggo skal hava feriu, eina uppliving og nøkta sítt søguliga forvitni samstundis. Viggo er eitt multitalent. Eg veit ikki, hvussu kvøldið fer at laga seg – men eg kann avdúka, at hóast beskeðin og lítillátin, so er Viggo ein habilur gittaristur. Tað kann koma væl við seinni. Hetta hava vit roynt saman í lugarinum á Westward Ho, segði borgarstjórin.

- Tað besta við Viggo er, at tað ongantíð stendst nakað vøs av honum. Alt verður avgreitt í tí stilla í sátt og semju. Og tað hava vit í Tórshavnar kommunu notið væl av øll hesi árini. Onki vøs, altíð skil í, altíð frammanfyri sína tíð, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Viggo fekk fleiri gávur – m.a. fekk hann ein fjallstav frá kommununi.