Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 11. juni 2021

Vilt tú hava tiltak við í ólavsøkuskránna?

Ólavsøka-viðgjørd_web

Nú verður farið undir at fyrireika ólavsøkuskránna. Hevur tú ætlanir um at skipa fyri onkrum tiltaki innan ítrótt, undirhald, mentan ella líknandi, skalt tú boða Tórshavnar kommunu frá í seinasta lagi 1. juli.

Vilt tú hava eitt tiltak við í skránna, kanst tú boða kommununi frá við at fylla út fráboðanarskjalið á Vanganum.

Eins og undanfarin ár, verða matskráir, smærri sølubásar á gøtuni, upplatingartíðir hjá handlum og tílík kunning ikki partur av ólavsøkuskránni.

Boða frá tilfari til ólavsøkuskránna á Vanganum


Korona

Tórshavnar kommuna eygleiðir gongdina og skipar ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ring, kann tað gerast neyðugt at tillaga og møguliga avlýsa partar av ólavsøkuni.

Meira kunning um ólavsøkuna verður at frætta á www.torshavn.fo


Fært tú ikki brúkt Vangan?

Fært tú ikki brúkt Vangan, ber til at taka fráboðanarskjalið niður á hesari síðuni og fylla tað út. Fráboðanarskjalið skal sendast til torshavn@torshavn.fo.

Boða frá tilfari til ólavsøkuskránna (fráboðanarskjal)