Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 10. juni 2021

Vilt tú vera bólkaleiðari hjá Ung í arbeiði?

Ung í arbeiði á forsíðuni_1

Manglar tær eitt arbeiði í summar, og dámar tær at arbeiða við ungum? So hevur tú møguleikan nú, tí Ung í arbeiði sóknast eftir bólkaleiðarum at skipa arbeiðið hjá teimum ungu frá 25. juni til 23. juli.

Sum bólkaleiðari sleppur tú, saman við samskiparanum hjá Ung í arbeiði, at leiða ungdómin, ið ger fyrifallandi arbeiði í kommununi.

Vanliga eru bólkaleiðarar millum 25-35 ár, men øll yvir 18 ár kunnu søkja. Kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við børnum og ungum og góður kunnleiki til vanligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur. 

Starvið sum bólkaleiðari verður lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag. Viðbót verður latin fyri at virka sum bólkaleiðari.

Hevur tú spurningar, kanst tú fáa meira at vita um starvið frá Peturi Háberg, samskipara hjá Ung í arbeiði. Send ein teldupost til ungiarbeidi@torshavn.fo

Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda tína umsókn við lívsrensli til ungiarbeidi@torshavn.fo.

Umsóknin skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 17. juni 2021 kl. 12.