Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 08. januar 2021

Vísið fyrilit og brúkið masku

Heitt verður enn einaferð á øll, sum brúka Bussleiðina, um altíð at brúka masku. Sum er verður trokað nógv, serliga tá farið verður í og úr bussunum við skúlarnar.

Tí ein serlig heilsan til bæði foreldur og skúlaleiðslur, um at fáa boðskapin út til næmingarnar, um at brúka masku og at vísa fyrilit, tá farið verður í bussarnar.

Vit gera samstundis enn einaferð vart við, at bussførararnir hava heimild at nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku.

Smittutrýstið í Danmark og í øðrum grannalondum okkara er sera stórt í løtuni. Smittutrýstið her í Føroyum er eisini rættiliga stórt, og óttast verður nú fyri, at tann enska útgávan av koronu, sum smittar skjótari og lættari, eisini kann fáa fastatøkur í Føroyum.

Øll smitta, sum er staðfest í Føroyum í seinastuni, sum ikki er úr kendum smittuketum, er komin beinleiðis uttanlands til Føroya. Alt okkara samband við útheimin gongur gjøgnum Danmark.

Tórshavnar kommuna heitir tí á øll, um í mestan mun at vísa fyrilit á øllum ellis- og røktarsstovnum, dagsstovnum, skúlum og við Bussleiðini. Takið øll neyðug fyrilit við frástøðu, spritting og brúk av masku.