LurtaBarna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin hevur við støði í løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt kommunalu barnaansingina um hendi. Harundir eisini frítíðarskúlar og ungdóms- og virkishús.
Umframt stovnstilboðini er týðandi partur av virksemisøkinum eisini at veita námsfrøðilig tilboð og ráðgeving til børn við serligum avbjóðingum. Eisini veitir Barna- og ungdómsdeildin námsfrøðiliga ráðgeving til stovnar um til dømis námsætlanir, royndar- og menningarvirksemi, børn við serligum avbjóðingum, inklusjón og annað.
Arbeiðsøki
Arbeiðið hjá Barna- og ungdómsdeildini fevnir um:
- Menning av dagstovnaøkinum
- Námsfrøðilig tilboð og ráðgeving
- Skeið og evnisdagar
- Fyrisiting
- Samskipan
Skipan av deildini
Barna- og ungdómsdeildin er skipað sum partur av trivnaðarfyrisitingini. Á Barna- og ungdómsdeildini verður arbeitt í toymum.
Toymini á deildini eru hesi:
- Fyrisitingarligt toymi
- Deildarleiðari
- Fulltrúar
- Skrivari
- Eindarleiðaratoymi
- Námsfrøðiligt ráðgevaratoymi
- Ráðgevandi leiðari
- Námsfrøðiligir ráðgevarar
- Dygdarmennari
Jan Mølvad Laursen er leiðari á deildini. Umframt leiðaran starvast 12 fólk. Millum hesi eru:
- Ein skrivari
- Ein dygdarmennari
- Tveir fulltrúar
- Fýra eindarleiðarar
- Ein ráðgevingarleiðari
- Tríggir námsfrøðiligir ráðgevarar
Um Barna- og ungdómsdeildina
Barna- og ungdómsdeildin heldur til í Niels Finsens gøtu 31.
Eindarleiðararnir halda til á Jónas Broncks gøtu 7.
Set teg í samband við Barna- og ungdómsdeildina
At starvast á Barna- og ungdómsdeildini
Sløg av størvum á Barna- og ungdómsdeildini
Barna- og ungdómsdeildin er eitt arbeiðspláss við fleiri áhugaverdum og avbjóðandi sløgum av størvum og útbúgvingum, til dømis:
- Námsfrøðilig bachelor
- Námsfrøðilig master
- Námsfrøðilig kandidat
- Ráðgevari
- Fyrisitingarlig útbúgving
- Skrivstovu