Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

Leiðari Marius Müller
marius@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Lurta

Byggimálsdeildin

Byggimálsdeildin er í høvuðsheitum ein myndugleikadeild, sum hevur ábyrgdina av at viðgera og avgreiða allar umsóknir um byggiloyvi og nýtsluloyvi í kommununi. Vit hava eisini byggieftirlitið um hendi, ið skal tryggja, at bygging ikki fer fram uttan loyvi.

Vit viðgera allar umsóknir um útstykkingar og útskriva útstykkingarloyvi. Harafturat umsita vit kommunala partin av matrikkuleringum. Vit tryggja, at øll mál verða avgreidd samsvarandi galdandi lógum og ásetingum, og at mál verða avgreidd fyrisitingarliga rætt og eftir teimum nevndarsamtyktum, sum verða gjørdar.

Deildin veitir ráðgeving innanhýsis í kommununi og uttanhýsis til borgarar, virkir og onnur.



Byggimálsdeildin
Virkisøki

Virkisøkið hjá Byggimálsdeildini er:

  • Byggimálsviðgerð
  • Brunamál
  • Byggieftirlit
  • Bygningssýn og byggiváttanir
  • Útstykkingar
  • Matrikkulmál
  • Ráðgeving innan- og uttanhýsis
Skipan av deildini

Byggimálsdeildin er ein partur av teknisku fyrisitingini og er skipað í trimum toymum. Toymini eru hesi:

  • Toymið byggimál
  • Toymið útstykkingar
  • Toymið matrikkulmál

Marius Müller er deildarleiðari á Byggimálsdeildini.

Deildin er mannað við 10 starvsfólkum, harav einum deildarleiðara og fakfólki innan tey ymisku økini.

Fakta um Byggimálsdeildina

Byggimálsdeildin heldur til á triðju hædd í Niels Finsens gøtu 17 og hevur 10 starvsfólk í starvi.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Byggimálsdeildina

Tú fært samband við Byggimálsdeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

At starvast á Byggimálsdeildini
Leys størv

Tá ið størv eru leys at søkja á Byggimálsdeildini, sært tú tey altíð á starvssíðu okkara, sum tú finnur her:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Byggimálsdeildini

Størvini á Byggimálsdeildini eru í høvuðsheitum verkfrøðingastørv og byggiverkfrøðingastørv.

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo
Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15