Bygningsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

Leiðari Johan Syderbø
johansy@torshavn.fo 

Tel. 30 20 10

Lurta

Bygningsdeildin

Bygningsdeildin er partur av teknisku fyrisiting. Vit arbeiða við kommunalum bygningum og við økjum kring kommunalar bygningar.

Deildin er skipað og virkar innan tvey høvuðsøki. Okkara leiklutir eru ávikavist »byggiharri« og »driftsharri«. Tað vil siga, at vit vara av byggingini av nýggjum kommunalum bygningum og røkja allar kommunalar bygningar, tó undantikið bygningarnar hjá Tórshavnar Havn.

Á Bygningsdeildini arbeiða vit eisini við bruna- og trygdarkrøvum, umhvørvi og spæliplássum. Harumframt arbeiða vit fyri, at kommunalu bygningarnir fáa varandi orkuloysnir.



Bygningsdeildin
Arbeiðsøki

Bygningsdeildin virkar innan tvey høvuðsøki, ið eru bygging og rakstur. 

Byggiharraleiklutur okkara byrjar, tá ið nýggir kommunalir bygningar skulu byggjast. Arbeiðsøkið fevnir tá um:

  • viðgerð í politiskum nevndum
  • byggiskráir
  • brúkaraynskir
  • áhugapartagreining
  • váðameting
  • byggiløgfrøði

Okkara luttøka í bygginevndum snýr seg millum annað um umsiting av sáttmálum og byggiroknskapi, meðan okkara luttøka á byggifundum millum annað snýr seg um umsjón við góðskustýring hjá pørtunum umframt at standa fyri avhendan og garantisýnum.

Sum driftsharri varða vit av øllum kommunalum bygningum, tó undantikið bygningunum hjá Tórshavnar havn. Sum driftsharri er arbeiðsøki røkt og umvæling og út- og umbyggingar av kommunalu bygningunum.

Á Bygningsdeildini arbeiða vit eisini við bruna- og trygdarkrøvum, umhvørvi og spæliplássum. Harumframt arbeiða vit fyri, at kommunalu bygningarnir fáa varandi orkuloysnir.

Skipan av deildini

Bygningsdeildin er ein deild undir Teknisku fyrisitingini í Tórshavnar kommunu.

Johan Syderbø er leiðari á deildini.

Í Steinatúni er Bygningsdeildin mannað við einum leiðara, seks byggifrøðingum, einum arkitekti, einum verkfrøðingi, einum orkufrøðingi og einum skrivstovufólki. Fýra húsavørðar í miðbýnum vísa beinleiðis til deildina.

Við Oyggjarvegin eru vit mannað við einum leiðara fyri stovnin »Bygningsrakstur« umframt nakrar formenn. Umleið 37 húsavørðar starvast í bygningum á dagstovna-, skúla- og eldraøkinum.

Fakta um Bygningsdeildina

Bygningsdeildin heldur til á 4. hædd í Niels Finsens gøtu 17 og við Oyggjarvegin.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Bygningsdeildina

Tú fært samband við okkum við at ringja á telefon 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

At starvast á Bygningsdeildini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Bygningsdeildini

Útbúgvingarnar á Bygningsdeildini eru millum annað hesar:

  • byggifrøðingar
  • orkufrøðingar
  • arkitektar
  • maskinmeistarar
  • handverkarar
  • skrivstovufólk
Bygningsdeildin
Bygningsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15