Umframt yvirskipaða umsiting við heilsu- og umsorganarstjóra er Heilsu- og umsorganartænastan skipað í trimum eindum við hvør sínum leiðara.
Eind 3 er Heilsuhúsið. Her verða øll tilboð og tænastur til heimabúgvandi skipað.
Virkisøkið er í ávísan mun uppgávustýrt og skipað í toymir. Kjarnuuppgávan er at veita eina samskipaða heildartænastu til borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering. Hetta verður gjørt við virðing fyri tí einstaka og avvarðandi. Umframt tænastur til heimabúgvandi veita starvsfólk í Heilsuhúsinum tvørgangandi og tvørfakligar tænastur í hinum eindunum.
Arbeiðsøki
Arbeiðið hjá Heilsuhúsinum fevnir um:
- Visitatión
- Heimarøkt
- Heimasjúkrarøkt
- Ergoterapi
- Fysioterapi
- Dag- og kvøldtilboð
- Tilhald
- Tænastur til heimabúgvandi fólkapensjonistar
- Fyribyrgjandi heimavitjanir
- Stutttíðarpláss
- Eldraøkið í Kollafirði
Skipan av deildini
Heilsuhúsið er skipað sum ein eind undir Heilsu- og umsorganarfyrisitingini.
Aftur at eindarleiðaranum starvast umleið 160 starvsfólk í Heilsuhúsinum.
Starvsfólkini í Heilsuhúsinum veita heima- og sjúkrarøkt og venjing til heimabúgvandi. Tey arbeiða á virkis- og venjingarstovum, dagtilhaldum, tilhaldum, stutttíðarplássum, eldrabústovnum, í venjingarhallum, heimatænastuni við sjúkrarøkt og heimahjálp og í heimavitjanartænastuni.
Tey veita ráðgeving og vegleiðing, røkt, sjúkrarøkt, viðgerð, umsorgan, venjing og rehabilitering til heimabúgvandi og búfólk.
Heimavitjanartænasta og viðgerðarstova er eisini staðsett í Heilsuhúsinum.
Soleiðis er bygnaðurin hjá Heilsuhúsinum:

um Heilsuhúsið
Heilsuhúsið heldur til í Brekkutúni 1 í Hoyvík.
Sløg av størvum í Heilsuhúsinum
Í Heilsuhúsinum hava starvsfólkini ymiskar heilsuútbúgvingar. Vit eru millum annað:
- Sjúkrarøktarfrøðingar
- Heilsurøktarar
- Heilsuhjálparar
- Fysioterapeutar
- Ergoterapeutar
Umframt heilsuútbúgvingarnar hava vit eisini starvsfólk við øðrum yrkisligum útbúgvingum, og summi eru ófaklærd.
Set teg í samband við Heilsuhúsið
Tú kanst seta teg í samband við Heilsuhúsið við at ringja á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.