KT-deildin

Niels Finsens gøta 17, 2. hædd
100 Tórshavn

Leiðari Lars Larsen Black
lars@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Lurta
Til lesiveik

KT-deildin

Deildin stuðlar upp undir KT hjá øllum deildum í Tórshavnar kommunu. Deildin virkar fyri at gera arbeiðsgongdir snildari, íverkseta munadyggari tænastur og kravfesta nýggjar arbeiðsgongdir og skipanir.

Vit arbeiða í høvuðsheitum við support, rakstri, ráðgeving, Smart City-loysnum, kravfestingum til skipanir, munadyggari KT-kervi og talgildari transformatión.

Talgilding hevur høga raðfesting í Tórshavnar kommunu. Vit talgilda sjálvgreiðslu, mannagongdir og annað, sum er til gagns fyri bæði starvsfólk, borgaran og vinnu.

Arbeitt verður miðvíst við at flyta KT-deildina frá at vera siðbundin KT-rakstrardeild til at verða ein deild, sum er ein virkin viðspælari í arbeiðinum at menna kommununa.

Menningin á KT-økinum gongur sera skjótt og vantast kann, at menningin verður enn skjótari. Arbeitt verður eisini fyri at tryggja, at Tórshavnar kommuna er til reiðar at møta framtíðar avbjóðingum á KT-økinum. Tískil er umráðandi, at deildin lagar seg til henda veruleika fyri bæði at kunna tæna borgarum og starvsfólki, men eisini at gagnnýta ta nýggju tøknina á skilabestan hátt.



KT-deildin
Arbeiðsøki
  • Support
  • Rakstur
  • Verkætlanarleiðsla
  • KT-uppseting
  • Ráðgeving
  • Menning
  • Kravfesting og útboð
  • Talgild transformatión
  • Smart City-átøk
  • KT-trygd
  • Net- og servaraumsiting
Skipan av deildini

KT-deildin er skipað sum ein partur av miðfyristingini. Á KT-deildini verður arbeitt bæði sjálvstøðugt og í toymum.

Lars Larsen Black er leiðari á deildini. Umframt leiðaran starvast níggju fólk á deildini: 

  • Team Service Level 1
  • Team Service Level 2
  • KT-samskipari
  • Team KT-verkætlanarleiðarar
Fakta um KT-deildina

KT-deildin heldur til á aðru hædd í Niels Finsens gøtu 17 og hevur alla kommununa sum arbeiðsøki. Í løtuni starvast 12 fólk á KT-deildini.

Politikkir og ætlanir

Her kanst tú kunna teg nærri um politikkir og ætlanir í Tórshavnar kommunu:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við KT-deildina

Tú kanst seta teg í samband við KT-deildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo

At starvast á KT-deildini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á KT-deildini
  • Telduatstøðingar
  • Bachelorar og kandidatar í KT og búskapi
KT-deildin
KT-deildin

Niels Finsens gøta 17, 2. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 21 12

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 8 - 12
  13 - 16

 

Fríggjadag 8 - 12
  13 - 15