Snarskivan

Vaglið 11
100 Tórshavn

Leiðari Rókur Tummassarson
rokur@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Lurta

Snarskivan

Snarskivan er móttøkan og borgaratænastan hjá Tórshavnar kommunu.

Snarskivan vegleiðir borgaran og avgreiðir umsóknir og fráboðanir av ymsum slag. Og í ávísum málum virkar deildin sum millumliður millum borgaran og aðrar partar av fyrisitingini.

Snarskivan umsitur eina á røð av KT-skipanum og arbeiðir miðvíst við at menna talgildar loysnir fyri at betra um tænastu og gjøgnumskygni.

Snarskivan leggur somuleiðis dent á at veita eina dygdargóða og persónliga tænastu. Snarskivan er opin mánadag til hósdag kl. 9 - 16 og fríggjadag kl. 9 - 15.



Snarskivan
Arbeiðsøki

Ábyrgdarøkini hjá Snarskivuni eru í høvuðsheitum:

  • Telefonmóttøka og umstilling
  • Journalskipan, skjalasavn og postmóttøka
  • Bóking av ansingarplássum í for- og frítíðarskúla
  • Fíggjarlig frípláss
  • Landsfólkayvirlit, flytingar og vígsla
  • Tillutan av grundøkjum
  • Heimasíða, sosialir miðlar og intranet
  • Kantinan, smiðjan í Lítluvík og lyklaskipanin
  • Samskipan av ymiskum tiltøkum
Skipan av deildini

Snarskivan er skipað sum partur av Miðfyrisitingini.

Rókur Tummassarson er leiðari á Snarskivuni. Leiðarin leiðir og býtir arbeiðsuppgávurnar.

Aftur at leiðaranum starvast 12 starvsfólk á Snarskivuni. Snarskivan er bygt upp soleiðis:

  • Tvey skrivstovufólk starvast sum journalførarar
  • Fýra starvast sum málsviðgerðar í avgreiðsluni
  • Tvey fólk starvast í telefonmóttøkuni
  • Ein starvast sum KT-mennari
  • Ein starvast sum samskiftisfólk
  • Ein starvast sum grafiskur sniðgevi
  • Ein starvast sum skrivstovunæmingur
Um Snarskivuna

Snarskivan heldur til á Vaglinum 11.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Snarskivuna

Tú kanst seta teg í samband við Snarskivuna við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Tú kanst eisini støkka inn á gólvið í Snarskivuni mánadag til hósdag millum kl. 9 - 16 og fríggjadag millum kl 9 - 15.

At starvast á Snarskivuni
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Snarskivuni

Snarskivan er ein arbeiðsstaður við fleiri áhugaverdum og avbjóðandi sløgum av størvum og útbúgvingum. Vit hava millum annað:

  • Skrivstovufólk
  • Grafikarar
  • Magistarar
  • KT-ástøðingar
  • Tøkningar
  • Næmingar
Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15