Starvsfólkadeildin

Tórsgøta 9, 2. og 3. hædd
100 Tórshavn

Leiðari Elsa Johanna Høgenni
elsah@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Lurta

Starvsfólkadeildin

Starvsfólkadeildini varðar av øllum viðurskiftum, sum viðvíkja starvsfólkum, lønarbókhaldi, leiðslu og samskipan.

Arbeiðsøkið er alt lívsrenslið hjá einum starvsfólki frá starvsbyrjan til starvsenda. Starvsfólkanevndin arbeiðir við starvsfólkaøkinum innan umsiting, trivnað, menning og samskipanarmenning.

Deildin umsitur arbeiðsmarknaðarviðurskifti og samstarvar við fakfeløg og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Vit leggja dent á leiðsluráðgeving, leiðslukunning og talgilding.



Starvsfólkadeildin
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Starvsfólkadeildini fevnir um hesi øki:

  • Lønar- og starvsfólkaumsiting
  • Leiðslu- og organisatónsmenning
  • Arbeiðsumhvørvi
  • Starvsetanir og "employer branding"
  • Starvsfólkamál og arbeiðsmarknaðarviðurskifti
  • Leiðararáðgeving
  • Starvsfólkapolitikkir
  • Hagtøl
  • Starvsfólkakantinuna í Posthúskjallaranum
Skipan av deildini

Starvsfólkadeildin er partur av miðfyrisitingini og er skipað í tvey toymi:

  • Lønartoymið
  • Ráðgevaratoymið

Elsa Johanna Høgenni er leiðari á Starvsfólkadeildini. Aftur at leiðaranum starvast tíggju fólk á deildini og tvey fólk í starvsfólkakantinuni.

Um deildina

Starvsfólkadeildin heldur til í aðru og triðju hædd í Tórsgøtu 9. Starvsfólkadeildin hevur alla kommununa um hendi.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Starvsfólkadeildina

Tú kanst seta teg í samband við Starvsfólkadeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

At starvast á Starvsfólkadeildini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í Tórshavnar kommunu:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum í Starvsfólkadeildini

Starvsfólkadeildin er ein fjølbroyttur arbeiðsstaður við fleiri áhugaverdum størvum og útbúgvingum. Vit hava millum annað:

  • Løgfrøðingar
  • Búskaparfrøðingar
  • Master í leiðslu
  • Leiðsla og fyriskipan
  • Skrivstovuútbúgvingar
  • Næmingar í almennari fyrisiting
  • Lønarfulltrúar
Starvsfólkadeildin
Starvsfólkadeildin

Tórsgøta 9, 2. og 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15