Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, Ráðhúsið
100 Tórshavn

Leiðari Magnus Dam
magnusd@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Lurta

Stjórnarskrivstovan

Stjórnarskrivstovan arbeiðir við øllum kommunalum virksemi.

Borgarstjórin hevur skrivstovu á Ráðhúsinum, og starvsfólkini á Stjórnarskrivstovuni ráðgeva borgarstjóra, stjórn, býráðsnevndum og øðrum deildum í fyrisitingini viðvíkjandi kommunalum spurningum.

Deildin umsitur keyp og sølu av føstum ognum, samráðist og ger leigusáttmálar og skeyti vegna Tórshavnar kommunu og vegleiðir í samband við kærumál og rættarmál. Deildin hevur eisini ábyrgdina av kommunalu skattakærufyrisitingini og hevur umboðan hjá kommununi um hendi.



Stjórnarskrivstovan
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Stjórnarskrivstovuni fevnir um hesi øki:

  • Ráðgeving til borgarstjóra, stjórn, nevndir og kommununa annars
  • Móttøku hjá borgarstjóra
  • Løgfrøðiliga ráðgeving
  • Altjóða samstarv
  • Almennar vitjanir
  • Tíðindaflutning
Skipan av deildini

Stjórnarskrivstovan er skipað undir kommunustjóranum.

Deildin er býtt upp í eindir. Eindirnar á Stjórnarskrivstovuni eru:

  • Løgfrøðiliga eindin
  • Samskiftiseindin
  • Skrivstovufólk

Magnus Dam er leiðari á Stjórnarskrivstovuni. Aftur at leiðaranum starvast tíggju starvsfólk á Stjórnarskrivstovuni. Vit hava:

  • Ein løgfrøðing
  • Tvey samskiftisfólk
  • Seks skrivstovufólk
Um Stjórnarskrivstovuna

Stjórnarskrivstovan heldur til á Ráðhúsinum á Vaglinum 1.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Stjórnarskrivstovuna

Tú kanst seta teg í samband við stjórnarskrivstovuna við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

At starvast á Stjórnarskrivstovuni
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Stjórnarskrivstovuni

Á Stjórnarskrivstovuni hava vit hesi størv ella útbúgvingar:

  • Løgfrøðingar
  • Samfelagsfrøðingar
  • Skrivstovufólk
  • Miðlafólk
Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, Ráðhúsið
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-14.00