Tórshavnar havn

Eystara Bryggja 34
100 Tórshavn
Tel. 31 17 62

Stjóri Hanus Mikkelsen
hanusm@torshavn.fo
28 56 99

Lurta

Tórshavnar havn

Tórshavnar havn umsitur øll havnaløgini í Tórshavnar kommunu. Hetta fevnir um alt frá farmahavnini í Tórshavn til bátaplássini á bygdunum í Tórshavnar kommunu.

Í høvuðsheitum er virksemið á havnaøkjunum í allari kommununi farma- og ferðafólkaflutningur innan- og uttanlands, upp- og avskipan, umvælingar, proviantering og bunkring. Virksemið hjá Tórshavnar havn fevnir um so at siga alt, sum hevur við sjóvinnu at gera.

Eisini veitir Tórshavnar havn loðstænastu sambært kunngerð.

Harumframt umsitur Tórshavnar havn ymsar bygningar og økir á havnaløgunum, sum verða útleigaðir til vinnuligt virksemi og annað.



Tórshavnar Havn
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Tórshavnar havn fevnir um hesi øki:

  • Avgreiðing av skipaferðslu
  • Loðstænastu
  • Umsiting av bátahavnum og bátaplássum
  • Umsiting av bygningum og økjum á havnaløgunum
Skipan av Tórshavnar havn

Tórshavnar havn er skipað undir kommunustjóranum.

Hanus Mikkelsen er stjóri. Umframt stjóran starvast 15 onnur starvsfólk á Tórshavnar havn:

  • Seks fólk starvast í havnaumsjónini og loðstænastuni
  • Tvey fólk starvast í fíggjartoyminum
  • Tvey fólk starvast í tekniska toyminum
  • Eitt fólk starvast í rakstrinum av bátahavnunum
  • Fýra fólk starvast sum dagmenn (trossamenn og viðlíkahald)
Um Tórshavnar havn

Tórshavnar havn heldur til á Eystaru Bryggju 34.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Tórshavnar havn

Tú kanst seta teg í sambanda við Tórshavnar havn við at ringja á tel. 31 17 62 ella senda ein teldupost til port@torshavn.fo.

Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar havn:

Tórshavnar havn

At starvast á Tórshavnar havn
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í Tórshavnar kommunu:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Tórshavnar havn

Starvsheitini á Tórshavnar havn eru hesi:

  • Havnaumsjón og loðstænasta
  • Fíggjartoymi
  • Tekniskt toymi
  • Rakstur av bátahavnum
  • Dagmenn

Fyri at kunna starvast á hesum ymsu økjum krevjast hesar útbúgvingar:

  • Havnaumsjón og loðstænasta - skipsførarar
  • Fíggjartoymið - bókhaldarar og skrivstovufólk
  • Tekniskt toymið - verkfrøðingar og maskinmeistarar
  • Rakstur av bátahavnum - arbeiðsfólk
  • Dagmenn - maskinsmiður, timburmaður og arbeiðsfólk
Tórshavnar Havn
Tórshavnar Havn

Eystara Bryggja 34
100 Tórshavn

port@torshavn.fo

Tel. 31 17 62