Rokningaportalurin er ein ískoytisskipan, sum kommunan nýtir til at avgreiða tær rokningar, ið tú sum veitari ikki fært sent umvegis MínRokning.
Vanliga senda veitarar talgildar rokningar og fakturar í sonevndum XML-skapi, men er talan um eingangsrokningar ella rokningar í øðrum skapi, kanst tú innlesa tær á Rokningaportalinum. Tú kanst eisini leggja onnur skjøl við, um neyðugt. Slíkar rokningar verða síðani gjørdar til XML-fílu og lagdar inn í vanligu rokningaverkgongdina.
Á síðu okkara »send kommununi rokning« finnur tú leinki til Rokningaportalin og MínRokning og kanst lesa um, hvussu tú brúkar skipanirnar.
Send kommununi rokning