Lurta

KT-hjálp fyri starvsfólk

Her sært tú, hvar tú kanst leita tær tøkniliga hjálp, um tú fært KT-trupulleikar í tínum starvi í Tórshavnar kommunu.

Hevur tú trupulleikar við netsambandinum, telduni ella arbeiðstelefonini, kanst tú venda tær til KT-skivuna á tel. 30 21 12 í avgreiðslutíðini. Tú sært upplatingartíðirnar hjá KT-deildini niðanfyri.



TeamViewer fjarsupport

Hevur tú KT-avbjóðingar, tá ið teldan hjá tær ikki er á netinum hjá Tórshavnar kommunu, kann KT-skivan heita á teg um at taka TeamViewer niður. TeamViewer er eitt forrit, sum gevur starvsfólkunum í KT-skivuni møguleika at sleppa framat tínari arbeiðsteldu, soleiðis at tey fáa loyst trupulleikan fyri teg. Starvsfólkið í KT-skivuni hevur bara atgongd til telduna, so leingi sum forritið koyrir.

HEINTA TEAmVIEWER

Tá ið tú hevur tikið TeamViewer niður, skalt tú lata forritið upp. TeamViewer gevur tær nú eitt ID og eitt loyniorð, sum tú skalt upplýsa fyri starvsfólkinum í KT-skivuni, soleiðis at starvsfólkið sleppur framat telduni.

KT-deildin
KT-deildin

Niels Finsens gøta 17, 2. hædd
100 Tórshavn

Les um KT-deildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 21 12

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-12
13-16

Fríggjadag8-12
13-15