Lurta

Leiðari til Býlingshúsið í Maritugøtu

Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara til Býlingshúsið í Maritagøta at byrja 1. september 2022 ella eftir nærri avtalu.

Leiðarin í Býlingshúsinum í Maritugøtu er leiðari fyri vøggustovu- og barnagarðsvirksemi. Pláss er fyri 58-60 børnum. Í mun til tað námsfrøðiliga arbeiðið, verður arbeitt við lurtandi pedagogikki. Dentur verður lagdur á at vera viðurkennandi í samskiftinum bæði við børn og vaksin. Stovnurin hevur ment eitt virðisgrundarlag, sum mett verður at hava ein serligan týdning fyri tað námsfrøðiliga arbeiðið. Hesi eru: tryggleiki, trivnaður, yrkisførleiki, virðing og samstarv.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Ein leiðara, ið tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Leiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugleika og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar.

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í bygnaði, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindum. Endamálið við bygnaðinum er at skapa samanhang í mun til námsfrøðiligu tænastuna og í mun til leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðararnir vísa til eindarleiðaran.


Um starvið

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og saman við øðrum dagstovnaleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram móti felags kós og námsfrøðiligari dygd. Starvið krevur, at tú:

  • hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum
  • hevur ábyrgd av starvsfólkmenning í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur ábyrgd av at tryggja at stovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum stovnavirksemi á stovninum
  • hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
  • støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum


Førleikakrøv

  • Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
  • Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
  • Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • Megnar at samstarva og taka sjálvstøðugar avgerðir
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
  • Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
  • Tú dugur væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
  • Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanir


Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. september 2022 ella eftir avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 21. august 2022. Umsóknin verður send til torshavn@torshavn.fo undir frámerkinum »Leiðari til Býlingshúsið í Maritugøtu«.


Samband

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara, ella Jan Mølvad Laursen, eindarleiðara á Barna- og ungdómsøkinum, á telefon 30 20 10.

---------

Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu og víðari undir leiðslu av leiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Eindarleiðarin vísir tí til leiðaran á Barna- og ungdómsdeildini. Dagstovnaøkið er víðari skipað við 36 dagstovnaleiðarum í miðalstórum og smærri stovnum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á dagstovnaøkinum arbeiða umleið 700 starvsfólk og umleið 3.000 børn eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini við einum samlaðum játtanarkarmi uppá umleið kr. 190 mió.