Lurta

Leiðari til Dagstovnin á Argjum

Tórshavnar Kommuna søkir eftir leiðara til Dagstovnin á Argjum at byrja 1. september 2022 ella eftir nærri avtalu.

Dagstovnurin á Argjum fevnir um vøggustovu- og barnagarðsvirksemi. Á dagstovninum eru 24 vøggustovubørn og 50 barnagarðsbørn, og har starvast áleið 21 starvsfólk.

Vit eru ein stovnur, har fleiri okkara hava starvast í fleiri ár, og eru vit ein berandi kjarna, ið ger arbeiðið lættari. Tú merkir at vit eru góð við stovnin, og vit vísa sera stóra ábyrgd og virðing fyri tað tænastu vit veita og húsinum sum heild, og er arbeiðsmoralurin høgur. Eitt annað, ið eyðkennir Dagstovnin á Argjum er, at vit hava eina matarskipan, ið virkar sera væl, og sum vit øll eru sera fegin um.

Vit hava eisini ta áskoðan at foreldur eiga at hava møguleika fyri at vera saman við sínum børnum sum mest, tí er ikki neyðugt hjá foreldrum at koma við børnum teirra til nakra ávísa tíð um morgunin.


Námsfrøði og bygnaður

Tað eyðkennir okkara gerandisnámsfrøði, at vit millum annað:

  • Taka okkum tíð til nærveru við tað einstaka barnið
  • Menna barnið víðari frá tí menningarstigi tað er á
  • Brúka nærumhvørvið og náttúruna, ið her er, til at menna barnið í síni heild
  • hjálpa barninum at gerast virkið í sínari egnu menning
  • strimbra og menna kreativu síðuna hjá barninum ígjøgnum sang, dans, søgur, tekning máling o.ø.

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í bygnaði, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindum. Endamálið við bygnaðinum er at skapa samanhang í mun til námsfrøðiligu tænastuna og í mun til leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðararnir vísa til eindarleiðaran.


Starvið

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu. Ein leiðara, ið vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðin er í miðdeplinum. Vit ynskja ein leiðara, ið ynskir menning – bæði sjálvsmenning og menning fyri stovnin.

Samstundis er tað umráðandi, at tú dugir at samantvinna yvirskipaða leiðslusetningin við gerandisnærlagni – nærlagni í mun til tíni starvsfólk, í mun til foreldrasamstarv og ikki minst nærlagni til børnini, sum tú varðar av.

Tú kemur eisini at arbeiða saman við øðrum dagstovnaleiðarum í eindini og samstarva tætt við eindarleiðaran, ið millum annað hevur til uppgávu at kveikja og stuðla tær í tínum gerandisdegi.


Arbeiðsuppgávur

Starvið krevur, at tú:

  • hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum
  • hevur ábyrgd av starvsfólkamenning í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur ábyrgd av at tryggja at dagstovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum dagstovnavirksemi á stovninum
  • hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
  • støðugt arbeiðir við at menna arbeiðsumhvørvið á stovninum


Førleikakrøv

Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur, hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika. Harumframt ert tú virðilig/-ur, eyðmjúk/-ur og lurtandi í tíni leiðslu. Tað er umráðandi, at tú ert samstarvssinnað/-ur og tilvitað/-ur um týdningin av góðum, greiðum og erligum samskifti.

Tú mást megna at samstarva og sjálvstøðugt taka avgerðir. Harumframt krevur starvið, at tú:

  • Dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða, kveikja, og at tú sært møguleikar framum forðingar
  • Megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
  • Hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva starvsfólkunum sparring, bæði í mun til einstaka barnið og samlaða bólkin
  • Dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • hevur førleika til viðkomandi telduskipanir


Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. september 2022 ella eftir avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn og freist

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 15. august 2022. Send umsóknina til torshavn@torshavn.fo undir frámerkinum »Leiðari til Dagstovnin á Argjum«.


Samband

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, leiðara á Barna- og ungdómsøkinum, á telefon 30 20 10.

---------
Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu og víðari undir leiðslu av leiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Eindarleiðarin vísir tí til leiðaran á Barna- og ungdómsdeildini. Dagstovnaleiðarin vísur til eindarleiðaran.

Dagstovnaøkið er víðari skipað við 36 dagstovnaleiðarum í miðalstórum og smærri stovnum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á dagstovnaøkinum arbeiða umleið 700 starvsfólk, og umleið 3.000 børn eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini við einum samlaðum játtanarkarmi uppá umleið 190 mió. kr.