Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 5. desember 2022
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Stjóri til Tórshavnar havn

Sum stjóri fyri Tórshavnar havn, mást tú hava góða handilsfatan, góð samráðingarevni og eina holla fatan av at virka í politiskum samanhangum. Starvið vísir til kommunustjóran.

Stjórin hevur ábyrgd av maritima virkseminum, íroknað loðstænastuni, og tryggjar, at havnin hevur ein sunnan rakstur og fær tær inntøkur, hon eigur sambært reglugerðum og gjaldskipanum. Afturat starvsfólkaábyrgdini og fíggjarligu ábyrgdini, fært tú ábyrgdina av at marknaðarføra Tórshavnar havn og tryggja gott samband við viðskiftafólkini.

Stjórin er skrivari hjá Havnanevndini, ger tilmæli til nevndina og fremur eisini samtyktirnar hjá nevndini.


Um Tórshavnar havn

Tórshavnar havn umsitur havnaløgini í Tórshavnar kommunu. Havnaløgini fevna um alt frá farmahavnini í Tórshavn til bátaplássini í bygdunum í Tórshavnar kommunu. Árliga koma og fara 2.300 skip um Tórshavnar havn, og 890.000 tons fara um bryggjukantin.

Virksemið á havnaøkjunum í kommununi fevnir um alt, sum hevur við sjóvinnuna at gera. Tað er millum annað farma- og ferðafólkaflutningurin innanlands og uttanlands. Partur av arbeiðsuppgávuni er at leiga økir og bygningar út.

Í Tórshavnar havn eru umleið 18 ársverk.


Førleikakrøv

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving og drúgvar leiðsluroyndir. Harumframt er krav, at tú í minsta lagi hevur eina grundleggjandi búskaparliga útbúgving ella samsvarandi royndir. Holl vitan innan farmaflutningsvirksemi og havnarakstur er ein fyrimunur.

  • Tú ert ein opin og samskiftandi leiðari. Tú leggur dent á taka starvsfólkini við í málsviðgerð og týðandi avgerðir

  • Tú megnar at leiða, tingast og samstarva við náttúrligum myndugleika. Politiskt tev og royndir frá arbeiði í politiskum umhvørvi er ein fyrimunur

  • Tú hevur góð greiningarevni og skil fyri tølum

  • Tú dugir væl at málbera teg og at samskifta á føroyskum og enskum í skrift og talu

  • Tú ert bærilig/-ur, reiðilig/-ur og megnar at umboða Tórshavnar havn og kommununa á ein góðan hátt

  • Tú hevur skil fyri KT og ert sinnað/-ur at taka við nýggjari vitan innan KT


Lønar- og setanartreytir

Starvið sum havnarmeistari er flokkað sambært tænastumannasáttmálanum í 37. flokki uttan at vera tænastumannastarv. Møguleiki er fyri áramálssetan. Stjórasáttmáli verður gjørdur.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørgfríð Ludvig, Kommunustjóri, á telefon 28 09 09 ella við telduposti á bjorgfrid@torshavn.fo ella Andrias Vang, fráfarandi Havnarmeistara, á telefon 23 98 00 ella við teldupost á andriasv@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 5. december 2022.