Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
fríggjadagur 3. februar 2023
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík Søk starvið
Lurta

Varadeildarleiðari til Umlættingar- og Rehabiliteringsdepilin Urd

Kundi tú hugsað tær, sum varadeildarleiðari, at verið við í slóðbrótandi arbeiðinum at menna fyrsta umlættingar-og rehabiliteringsdepilin í Føroyum? Vilt tú gerast partur av toyminum við sjúkrarøktrfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, fysioterapeutum, ergoterapeutum og kostfakfólki?

Trívist tú í einari lærandi og mennandi mentan, har leiðslan tekur væl móti kreativum hugskotum og eggjar starvsfólki at gera tað, sum tey brenna fyri og duga best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir upp slóðbrótandi, tvørfaklig og samanhangandi tilboð til heimabúgvandi borgarar?

Urd sum er staðsett í Hoyvík savnar flestu stutttíðarplássini í Tórshavnar Kommunu á einum stað. Tað eru 27 pláss á deplinum. Endamálið er, umframt umlætting og linnandi røkt, at veita borgarum, ið hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið, eitt samanhangandi tvørfakligt tilboð, ið stuðlar undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, eisini tá stutttíðarskeiðið er av.


Ábyrgd og uppgávur

Tú hevur, saman við deildarleiðara, leiðslu og ábyrgd av fakliga arbeiðinum í Urd, har tú samstundis er partur av starvsfólkahópinum í útinnanini av dagligu sjúkrarøktini. Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar- og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvið innanhýsis, og einum góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar. Tú arbeiðir við dygdarmenning og stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini í Urd. Tú ert virkandi leiðari, tá ið deildarleiðarin er burturstaddur.


Førleikakrøv

  • Útbúgving og løggilding sum B.Sc í sjúkrarøktarfrøði (Bachelor of Science in Nursing)
  • Min. 3 ára royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kliniska vegleiðaraútbúgving ella ynski at taka útbúgvingina
  • Hevur vilja og góð evni at samstarva tvørfakliga
  • Hevur góð samskfitisevni í skrift og talu og góðan telduførleika
  • Hevur hug og evni at arbeiða sjúkufyribyrgjandi, heilsustimbrandi og rehabiliterandi


Vit bjóða

  • Góða innleiðslu
  • Virknar og góðar starvsfelagar
  • Eitt dynamiskt arbeiðspláss og góðar umstøður
  • Møguleika at seta tín dám á og verða partur av menningini av Urd


Løn- og setanartreytir

Talan er um eitt fast starv sum varðadeildarleiðari við brøki 1,0. Arbeiðstíðin er gerandisdagar í dagvakt.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og er leyst til setan frá 1. mars 2023 ella eftir avtalu.

Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran.


Nærri fæst at vita

Um starvið við at venda sær til Hannemi á Brúgv, deildarleiðara, telefon 22 41 36 ella hannemi@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 3. februar 2023.