Námsfrøðingar til Dagstovnin á Velbastað
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovninum á Velbastað eftir námsfrøðingum.
Søkt verður eftir:
- einum námsfrøðingi til eitt starv sum er samskipa millum barnagarðstovu og frítíðarskúla á 35 tímar um vikuna at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu
- einum námsfrøðingi at arbeiða á barnagarðstovu millum 35 og 40 tímar um vikuna at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu
Um námsfrøðingar ikki søkja verða hjálparfólk sett.
Hvørju eru vit
Dagstovninum á Velbastað er karmurin rundan um dagligdagin hjá 50 børnum. Tvær barnagarðsstovur Urðin og Víkin. Ein vøggustova Rókin og ein frítíðarskúli Fløtan. Eisini húsast eitt ungdómshús á stovninum tvey kvøld um vikuna.
Í Dagstovninum á Velbastað arbeiða vit við einum grønum hugburði børn og vaksin.
So dámar tær at endurnýta og verða kreativ/ur, ella ert tú kanska djóravinir. Hevur tú grønar fingrar ella elskar at brúka náttúruna sum eitt mennandi amboð, so er tað hjá okkum tú skalt arbeiða.
Vit endurnýta, skilja ruskið og hava ein kompostkassa. Í var er ætlanin at fáa okkum hønur. Vit hava eplaveltu, jarðberkassar og í summar hava vit set reyðrøtur og persillu niður. Alt hetta og meira aftur at gera vit saman við børnunum.
Vit søknast eftir starvsfólkið sum:
- hevur hug at geva sítt íkast at finna grønar loysnir saman við børnum og starvsfólki
- er nærverandi, vísur umsorgan og er álítandi
- kann samstarva og samskifta við børn starvsfelagar og foreldur
- timur at spæla og seta spøl í gongd saman við børnunum og starvsfelagum bæði inni og úti
- dámar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- sær møguleikar fram um mørk
Vit kunnu bjóða eitt starv har tú:
- kemur at hava góðar og rúmligar starvsfelagar
- kemur at hava ávirkan á innihaldinum í arbeiðsdegnum og har ongin arbeiðsdagur er líka
- fært fyrireikingartíð og fakliga námsfrøðiliga sparring
- fært góðar og væl skipaðar karmar
Setunarviðurskifti
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Ester Signyardóttir Thomasen, dagstovnaleiðara, á telefon 22 16 90.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi 1. februar 2023.