Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 6. februar 2023
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 0,6
Setanarslag
Tíðaravmarkað starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík Søk starvið
Lurta

Sjúkrarøktarfrøðingur til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Trívist tú í einari lærandi og mennandi mentan, har leiðslan tekur væl móti kreativum hugskotum og eggjar starvsfólki at gera tað, sum tey brenna fyri og duga best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi við sjúkrarøktrfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, fysioterapeutum, ergoterapeutum og kostfakfólki?

Vilt tú saman við okkum byggja upp slóðbrótandi, tvørfaklig og samanhangandi tilboð til heimabúgvandi borgarar?

Umlættingar og Rehabilieringsdepilin Urd sum er staðsettur í Hoyvík savnar flestu stutttíðarplássini í Tórshavnar Kommunu á einum stað. Tað eru 27 pláss á deplinum. Endamálið við Urd er, umframt umlætting og linnandi røkt, at veita borgarum í Tórshavnar Kommunu, sum eru 67 ár og eldri og sum hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið, eitt samanhangandi tvørfakligt tilboð, ið stuðlar undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, eisini tá stutttíðarskeiðið er av.

Vit bjóða góða innleiðslu, virknar og góðar starvsfelagar, eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og møguleika at seta tín dám á og verða partur av menningini av Urd.


Førleikakrøv

  • Útbúgving og løggilding sum B.Sc í sjúkrarøktarfrøði (Bachelor of Science in Nursing)
  • Hevur vilja og góð evni at samstarva tvørfakliga
  • Hevur góð samskfitisevni í skrift og talu og góðan telduførleika
  • Hevur hug og evni at arbeiða sjúkufyribyrgjandi, heilsustimbrandi og rehabiliterandi


Løn- og setanartreytir

Talan er um eitt farloyvisstarv í tíðarskeiðnum 1. mars 2023 til 1. februar 2024 sum sjúkrarøktarfrøðingur við starvsbrøki 0,6. Arbeiðstíðin er dagvakt og náttarvakt. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


Upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannemi á Brúgv, deildarleiðara, telefon 22 41 36 ella hannemi@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Umsóknarfreistin er mánadagin 6. februar 2023.